Nú er líkt til, at samstarvið innan fótbóltin, sum hevur verið millum vágamenn í fleiri ár, verður styrkt.
Útvarpið visti í gjár at siga, at fleiri fundir hava verið millum FS Vágar, sum umfatar MB og SÍF, og einasta felagið uttanfyri, SÍ úr Sørvági.
Miðvingar og sandavágsmenn hava síðani 1994 samstarvað í FS Vágum, og fyrsta árið, at liðini tóku seg saman um eitt lið, fór FS Vágar úr 2. deild og upp í 1. deild hjá monnum. Har hevur liðið síðani spælt til tað fyrr í ár flutti niður úr 1. deild, eftir tveir dystir móti TB.
1995 var besta árið hjá FS Vágum, tí tá endaðu teir á sætta plássið í 1. deild hjá monnum, frammanfyri lið sum TB, KÍ og NSÍ.
Í 1996 stríddist liðið í botninum, og tað kláraði frísak við at vinna tveir niðurflytingardystir móti EB/Streymi.
Í fjør var gongdin enn verri enn í 1996. At byrja við var verulig kreppa í felagnum, tí spælararnir møttu ikki til venjingar og áhugin fyri at spæla fótbólt tóktist hava nátt botninum.
Eftir kreppufundir gjørdist støðan betri, men úrslitini vóru ikki góð. Ikki fyrr enn í næsta dystinum í 2. umfari fekk FS Vágar sítt fyrsta stig. Men at enda máttu teir lúta fyri TB og fluttu niður í 2. deild.
Nú ætla miðvingar og sandavágsmenn at fáa sørvingar við í samstarvið, fleiri fundir hava longu verið, og helst verður avtala gjørd áðrenn komandi kappingarár byrjar.