Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur nú góðkent samstarvið ímillum Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur um eldraøkið.
Tær fýra kommunurnar hava skrivað undir samstarvsavtalu um heimatænastuna, eldrarøktina og annað. Tey kalla samastarvið V.E.K.S við fyrsta stavi í teimum fýra kommununum.
Og mánakvøldið 30. Juni varð avtalan send Landstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, til góðkenningar.
Og hon legðist ikki á boðini, tí longu í gjár, mikudagin 3. juni fingu kommunurnar boð frá landsstýriskvinnuni um, at samstarvsavtalan er góðkend. Og sostatt er klárt hjá hesum fýra kommununum at fara undir samstarvið.
|









