Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, heldur, at tað var samanhaldið millum fakfeløgini, ið at enda gjørdu, at tey fingu eitt semingsuppskot tey kundi liva við. Tað var longu greitt áðrenn døgurða í gjár, at tey fimm fakfeløgini, ið vóru gingin saman um samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, góðtóku semingsuppskotið, sum teir báðir semingsmenninir løgdu fram um tíggju tíðina. Hetta varð tó vrakað av almennu arbeiðsgevarunum.
Hetta uppskotið gav eina lønarhækkan á 0,7% í ár, og 2,9% komandi ár, og tað var meiri longdin á sáttmálanum, sum arbeiðsgevararnir ikki kundi liva við.
Vit skulu minnast til, at tað er eitt langt lop frá 0,7% upp á eitt prosent, og vit halda, at vit kunnu liva við at fáa eitt prosent í ár, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon heldur, at tað hevði ikki borið til at fingið eitt so gott úrslit, vóru tey fimm fakfeløgini ikki gingin saman um samráðingarnar.
Tað hevur veruliga víst seg, at samanhald gevur styrki, tí uttan hetta samanhaldið, høvdu vit ikki fingið eitt so gott úrslit, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon heldur, at tey standa væl fyri, at taka samráðingarnar upp aftur komandi heyst, eins og hon fegnast um, at tey sluppu undan einum lemjandi verkfalli ella verkbanni.
Vit virða sjálvandi verkfalsrættin. Vit eru ongantíð farin út í eitt verkfall í fleng, og vit virða ta ábyrgd, ið ein slíkur rættur hevur við sær. Hinvegin skal eingin ivi vera um, at kemur tað hartil, ræðast vit ikki fyri at nýta okkara rætt. Men tað verður bert gjørt, um alt annað er til fánýtis, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.