-Hesar oyggjarnar hava havt somu trupulleikar í alivinnuni við ILA, sum vit hava í dag. Vit kunnu ogna okkum virðismikla vitan um, hvussu vit koma trupulleikunum í alivinnuni til lívs við einum mennandi samstarvi við hesar oyggjar, sigur løgmaður Jóannes Eidesgaard.
Alivinnan er eitt av samstarvsøkjunum, ið politisku leiðararnir úr Hetlandi, Suðuroyggjum, Orknoyggjum og Føroyum hava avrátt at samstarva um. Síðan sunnudagin hava teir tríggir politisku leiðararnir í oyggjasamfeløgunum fyri sunnan vitjað Føroyar. Partarnir hava undirskrivað eina felagslýsing um, at bondini millum oyggjasamfeløgini skulu styrkast.
Teir fýra leiðararnir fyri oyggjasamfeløgini hava avrátt, at samstarvast skal um økini, fiskatilfeingi og umsiting, havbúnaður, oljuleiting og framleiðsla, undirstøðukervi, mentan og ítrótt og varandi orku.
Ávirka ES
Á tíðindafundið seinnapartin týsdagin greiddi løgmaður frá, at eitt samstarv við oyggjasamfeløgini fyri sunnan kann hjálpa føroyingum at fáa størri ávirkan í ES, tá laksaútflutningur verður umrøddur í Brússel.
Øll trý oyggjasamfeløgini fyri sunnan eru limir í Evropasamveldinum ígjøgnum Stóra Bretland.
Undirstøðukervið
Sandy Cluness úr Hetlandi, Alex Macdonald úr Suðuroyggjum og Stephan Hagan greiddu frá, at teir síggja stórar samstarvsmøguleikar innan flutning.
Allir triggir róstu føroyska undirstøðukervinum, har Norrøna fleiri ferðir varð havd á lofti sum ein frálíkur møguleiki fyri flutningi millum londini.
Ráðformaðurin í Orknoyggjum sýndi eisini stóran áhuga í undirsjóartunnlinum í Vágum, og segði seg vilja kanna tunnilsverkætlanirnar í Føroyum gjøllari.
Hittast komandi ár
Umboðini fyri Hetland, Suðuroyggjar, Orknoyggjar og Føroyar hava avrátt at hittast aftur komandi ár til at halda á við at menna samstarvið millum oyggjasamfeløgini.
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard segði á tíðindafundinum, at samgongan raðfesti samstarvið millum oyggjasamfeløgini høgt, og samgongan fór at streingja á fyri at styrka enn meir um samstarvið.
Fundurin komandi ár verður hildin á Suðuroyggjum










