Samstarvið skal byrja í Hovi

Landsstýrið hevur gjørt av, at miðnámsskúlin og heilsuskúlin í Suðuroynni verða bygdir í einum nýggjum skúladepli í Hovi. Landsstýrið heldur, at skúladepilin kann gerast grundarlagið undir framtíðar samstarvið millum kommunurnar í oynni

Hósdagin gjørdi landsstýrið av, at miðnámsskúlin og heilsuskúlin í Suðuroynni verða bygdir í einum nýggjum skúladepli í Hovi. Harvið var ætlanin um at byggja miðnámsskúla í Vági slept.
Nýggi skúladepilin skal verða grundarlag undir einum samstarvi millum kommunurnar í Suðuroynni, heldur landsstýrið.
? Tað snýr seg um ein skúladepil, sum øll oyggin eigur lut í. Skúlin fer at liggja sum miðdepil fyri alla oynna, og vegurin er stuttur til bæði Vágs og Tvøroyri. Skúladepilin verður við til at menna oynna og fer at skapa møguleikar fyri samstarvi innan onnur øki, sigur eitt samt landsstýri, sum ikki vil hoyra talan um at broyta avgerðina aftur.

Gjørdu klárt til einki
Fyri tveimum árum síðani samtykti løgtingið, at miðnámsskúli skuldi byggjast í Vági, og síðani hevur verið arbeitt við fyrireikingunum til skúlan. Grivið er út fyri skúlanum, og klárt er at fara undir byggingina.
Men seinastu mánaðirnar hevur verið sum vent í holuni, tí landsstýrið hevur heldur vilja havt skúlan at liggja meira miðskeiðis í oynni, og tá ið hetta kom fram var samstundis róð fram undir, at eitt røktarheim skuldi byggjast í Vági ístaðin fyri skúlan.
Eini meiriluti í Vágs býráði vrakaði hesum uppskoti, og hóast tað síðani hevur verið roynt at finna eina semju í oynni, so eydnaðist tað ikki.
Nú hevur landsstýrið so gjørt av, at skúlin verður bygdur í Hovi, og tilboðið til kommunurnar í Suðuroynni um lagaliga fígging til eitt røktarheim stendur við.

Fíggjarligir fyrimunir
Landsstýrið heldur, at skúladepilin í Hovi verður eitt breitt og dynamiskt skúlaumhvørvi, sum fer at skapa áhuga og eggja ungdómi ? eisini aðrastaðni frá - at útbúgva seg í Suðuroynni.
Ætlanin er, at skúladepilin í Hovi skal verða miðnámsskúli, heilsuskúli og eisini umfata handilsskúlaútbúgvingar umframt møgulig onnur skúlatilboð.
? Depilin fer at vaksa um møguleikarnar fyri breiðum samstarvi, námsfrøðiligum íblástri og menning hjá lærarum.
? Fíggjarligir fyrimunir eru við at byggja skúladepil í Hovi. At byggja skúlarnar saman gevur betri og bíligari rakstur, sterkari skúlafyrisiting umframt møguleika at fullnýta felags hølir. Við at byggja skúladepilin í Hovi, metir landsstýrið sostatt at fleiri fyrimunir eru enn vansar, sigur landsstýrið í sínari fráboðan.