Við árslok sleppur tónleikafelagið Sjey00 ikki longur at halda til í Borgini ? fyrrverandi Lognbrá.
Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi ungdómurin í Klaksvík bart, tí tey undir 18 ár ikki høvdu nakra staðni at fara í dans. Tá tónleikafelagið Sjey00 varð stovnað byrjaði tað aftur við dansi í Lognbrá, sum tá broytti navn til Borgin. Hetta var gjørt í samstarvi við KÍ.
? Tað var av fyrstan tíð avtalan, at vit bara skuldu verða har fyribils, so hetta kemur ikki óvart á okkum, sigur Gulli Johansen, formaður í Sjey00.
? Vit vistu tað so longu frammanundan, men tað sjálvandi keðiligt, tí vit høvdu vónað at kunna hildið áfram eitt sindur afturat.
Hetta vil siga, at framyvir fara konsertirnar hjá Sjey00 at vera í Atlantis, tí tað er onki annað stað í Klaksvík, sum er egnað til slík tiltøk.
? Eg vóni, at ungdómurin fer at taka tað pent og ikki gera nakað býtt, nú vit verða koyrd út á gøtuna aftur. Sjálvandi verða tey helst, men vit mugu fara at leita eftir nýggjum hølum, sigur Gulli, sum vísir á, at tað eru ongi høli tøk, sum ikki krevja ábøtur.
Gulli væntar, at tað verður ógvuliga ringt at finna nýggj hølir, men tónleikafelagið fer at gera sítt ítarsta fyri at finna okkurt nýtt.
? Teir í KÍ hava eisini tosað um, at møguliga minka høllina til onkur tiltøk, so tað stendur enn eisini opið, sigur Gulli Johansen, formaður í Sjey00 at enda.