SAMSTARV
- Føroyingar hava bygt nógv skip í Noreg, og føroyingar hava arbeitt nógv fyri norðmenn, bæði umborð á skipum og í landi. Men kortini vísa norðmenn okkum onga vælvild. Hetta vístu eisini seinastu samráðingarnar um fiskiveiðiavtalu landanna millum.
Tað sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, nú norðmenn enn einaferð brúka árligu fiskiveiðiavtaluna sum jarnbrot fyri at trýsta føroyingar í býtinum av makrelkvotuni.
Føroysku umboðini fingu einki burtur úr samráðingunum um sínámillum fiskiveiðirættindi við norðmenn á fundi í vikuni.
Ikki so óvæntað brúktu norðmenn fiskiveiðiavtaluna fyri 2011 sum jarnbrot fyri at trýsta føroyingar í spurninginum um býtið av felagskvotuni av makreli.
Hetta hava norðmenn gjørt áður, og tí var tað heldur ikki óvæntað, at teir eisini fóru at gera tað hesaferð.
Á rættari kós
Árni Dam er sera fegin um fiskiveiðiavtaluna, sum Føroyar og Rusland undirskrivaðu herfyri og sum gevur føroyingum eitt enn betri býti enn áður, hóast vit lítlan og ongan svartkjaft høvdu at lata.
- Jú, eg eri sera fegin um, at viðurskiftini landanna millum nú eru í lagi aftur eftir tað, sum hendi, tá Skálaberg varð tikin og kom at liggja leingi í Murmansk.
Árni Dam er onga løtu í iva um, at føroyingar hava nógv meiri at heinta hjá russum enn hjá norðmonnum, tí hetta er so ofta komið til sjóndar áður.
- Føroyingar hava bygt nógv skip í Noreg, og føroyingar hava arbeitt nógv fyri norðmenn, bæði umborð á skipum og í landi. Men kortini vísa norðmenn føroyingum onga vælvild. Hetta vístu eisini seinastu samráðingar um sínámillum fiskiveiðiavtalu, sigur Árni sum heldur, at Føroyar og Rusland veruliga áttu at ment samstarvið landanna millum enn meiri.
Árni Dam hevur áður nevnt fleiri økir, sum hann heldur kundu verið áhugaverd at samstarva um, og hann hevur eisini spurt, hví føroyingar ikki keypa olju úr Ruslandi.