Íverksetarahúsið og Felagið Vágar eru byrjað samstarv um íverksetan í Vágum Fyrsta stigið í samstarvinum ? væl stuðlað av kommununum í Vágum ? var vinnuliga íverksetaraátakið 2. juli, har umleið 20 væl uppløgd vágafólk úr flestu vinnugreinum vóru møtt á Hotel Vágum.
Kvøldið byrjaði við spurninginum: Hvat er tað, sum fær teg í gongd, og hvat er tað, sum fær teg úr eini støðu, áðrenn tú byrjar, til byrjan, vøkstur, stabilitet og síðani antin út í víðari menninng, fallit e.l.
Síðani varð fokus sett á kreativa menning av handils hugskotum, serlikga týdningin hjá íverksetum at hava gott yvirlit, og hvussu íverksetar kunnu økja inntøkugrundarlagið við at hava fokus á røttu vørunum og røttu kundunum.
Eitt samanhangandi tema í øllum hesum er týdningurin á ein góðun netverki.
Øll evnini vórðu viðgjørd við innleggi og dialogi, og innanfyri hvørt av teimum arbeiddi tey luttakandi við teirra egnu støðu við atlit til øll evnini við serligum amboðum.
Ein liður í samstarvinum hjá Íverksetarahúsinum og Felagnum Vágar er ein uppfylging av tiltakinum eftir summarfrítíðina við ráðgeving og sparring hjá íverksetum í Vágum.










