Samstarva um stórt tyrvingarpláss oman fyri Kvívík

Havnin er komin í neyð, og tí høvdu tey knívin á barkanum

Nú er slóðað fyri at fara undir arbeiði at gera eitt stórt tyrvingarpláss í haganum oman fyri Kvívík.

Tað er IRF, sum stendur fyri arbeiðnum, men tyrvingarpássið skal eisini taka ímóti burturkasti og rottangum úr Tórshavnar kommunu.

Og nú hevur meirilutin í býráðnum so samtykt at taka undir eini samstarvsavtalu, sum partarnir hava samráðst seg fram til.

Ætlanin er ikki, at mold og annar reinur avgrevstur skal tyrvast á plássinum, tí tað hevur hvør einstøk kommuna ábyrgdina av.

Seinasta kostnaðarmetingin vísir, at nýggja tyrvingarplássið fer at slakar 50 milliónir

Leysligar metingar siga, at fyri at fáa raksturin at javnviga, skal tað kosta 350 - 400 krónur fyri rúmmeturin at lata burtukast til tyrvingarplássið. Men tey, sum hava burturkast til tyrvingar, skulu sjálvi syrgja fyri flutninginum til tyrvingarplássið.

Í dag kostar tað 240 krónur fyri rúmmeturin í Tórshavnar kommunu. Sostatt fara útreiðslurnar hjá kommununi at økjast tríggjar milliónir og útreiðslurnar hjá vinnuni fara at økjast eina millión.

Men skuldi Tórshavnar kommuna gjørt sítt egna tyrvingarpláss, hevði hækkingin verið størri.

Men í roynd og veru hevði Tórshavnar býráð knívin á barkanum, tí tyrvingarplássið hjá kommununi í Húsahaga flytur yvir og tað kann ikki brúkast leingi afturat.

Samstundis vístu býráðslimir á, at tað er ringt at finna nýtt tyrvingarpláss í kommununi.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, tekur ikki undir við ætlanini tí hann sigur, at tað hevur ligið í kortunum, at grótbrotið á Glyvursnesi skuldi gerast til tyrvingarpláss.

Hinvegin vísa bæði Annika Olsen og Heðin Mortensen á, at einaferð í framtíðini verður flogvøllur gjørdur á Glyvursnesi og tí kann tyrvingarpláss ikki vera har , tí tað elur nógvan fugl til sín, og tað er til vanda fyri flogtrygdina.

– Vit skulu heldur hava flogvøll Glyvursnesi enn tyrvingarpláss, sigur Annika Olsen.

Tey, sum atkvøddu fyri at gera felags tyrvingarpláss við IRF, vóru Annika Olsen, Gunvør Balle, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam, Turið Horn, Bogi Andreasen, Bergun Kass, Heðin Mortensen og Bjørghild Djurhuus.

Hinvegin atkvøddu Annfinn Brekkstein, Helena Dam á Neystabø, Halla Samuelsen og Tróndur Sigurðsson, blankt. 

https://www.in.fo/news-detail/news/siga-kortanei-til-samanlegging/Les eisini her: Siga kortanei til samanlegging