»Við Múrin« hevur gjørt samstarvsavtalu við bryggjaríið Okkara á Velbastað soleiðis, at drykkivørurnar á festivalinum vestanfyri verða framleiddar vestanfyri.
Tá festivalurin Við Múrin verður í Kirkjubø 2.-4. juli, kunnu festivalgestirnir njóta lokalar drykkivørur frá Okkara afturvið góðum føroyskum tónleiki og góðum føroyskum mati. Hetta er fult í samsvar við við grundhugsanina hjá Við Múrin, her føroyskur tónleikur, matur, handverk og list eru í miðdeplinum.
– Tá, vit skuldu velja ølveitara, ráddi um at fáa avtalu í lag við ein veitara, ið hóskaði til okkara konsept. Veitarin skal geva festivalinum nakað eyka. Tað, at bryggjaríið hjá Okkara er nærindis Kirkjubø, ger alt so nógv lættari. Tað hevur verið ein fragd at tingast um hesa avtaluna, tí Okkara hevur álit á okkara konsepti, sigur Rói B. Poulsen, ið skipar fyri festivalinum, fegnast um samstarvið.
Ólavur Larsen, sølustjóri á Okkara, er eisini væl nøgdur við samstarvið.
– Okkara hevur altíð arbeitt saman við mentanarlívinum við at stuðla. Vit hava enntá havt konsert inni á okkara bryggjaríi. Samstarvið við festivalin Við Múrin var rættiliga sjálvsagt. Við Múrin er í grannabygdini hjá okkum, og royndirnar frá seinast vísa, at hetta økið er sera væl egnað til festival. Harafturat byggir Við Múrin á nøkur grundvirðir, ið hóska sera væl til Okkara. Tónleikurin er allur føroyskur, og so er føroysk matmentan, ið vit eru ein virkin partur av, eisini sett í fokus.
Við Múrin er í Kirkjubø 2.-4. juli.
Millum nøvnini, ið framføra, eru Terji & Føstufressar, Nalja, Páll Finnur Páll, Signar í Homrum, Janus W. Mortensen, Ester Kristiansen og Steso.