Samstarva um kjarnorkutøkni

Ein ST-frágreiðing, sum er skrivað í trúnaði, men sum Reuters hevur fingið fatur á, avdúkar, at Norðurkorea og Iran hava samstarvað regluliga um kjarnorkutøkni. Sambært frágreiðingini hava tey bæði londini latið hvør øðrum ólógliga tøkni umvegis eitt annað land, og sambært Reuters er tað Kina, sum frágreiðingin sipar til. ST-talsmenn hava sagt, at frágreiðingin hevur elvt til øði í Beijing.

Í frágreiðingini stendur, at norðurkoreanska kjarnorkuverkætlanin hevur hernaðarlig endamál, hóast stýrið í Pyongyang heldur uppá, at kjarnorkan skal einans brúkast til sivil endamál.