HAVUMHVØRVI
Í januar var málsøkið havumhvørvi yvirtikið til føroyska heimastýri og Oljumálaráðið at umsita. Hetta merkir, at tað verða føroyskir myndugleikar, sum hava fulla lógar- og umsitingarábyrgd av havumhvørvi.
Umhvørvisfyrisitingar fevna víða, og tískil meta báðir partar, at tørvur er á einari samstarvsavtalu.
?Eitt er at yvirtaka havumhvørvi, men tað er nógv á altjóða støði, har tað er týdningarmikið, at vit eru við. Og tað er tað, ið henda samstarvsavtalan snýr seg um, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í umhvørvismálum.
Danir skulu við øðrum orðum hjálpa føroyingum í ymsum altjóða sambondum. Umboð úr Føroyum skulu kunna vera við í relavantum altjóða høpum í sendinevndum hjá dønum.
Ætlanin er, at embætisfólkini hjá Oljumálaráðnum og danska Miljøministeriet skulu hittast eina ferð um árið, og landsstýrismaðurin og danski ráðharrin skuldi eftir ætlan eisini hittast eftir tørvi.
Lítið ítøkiligt
Á tíðindafundi í sambandi við, at samstarvsavtalan varð undirskrivað, søgdu teir báðir, Hans Christian Schmidt,danskur umhvørvisráðharri, og Eyðun Elttør, seg vera fegnar um hetta samstarvið, sum eisini hevur víst seg at rigga serstakliga væl higartil.
Hildið verður, at tørvur er á einari tílíkari avtalu, og Hans Christian Schmidt legði eina við, at danir vilja arbeiða fyri føroyskum ynskjum og ikki trýsta nakrar altjóða avtalur niður yvir føroyingar.
Men spurdir, kundu hvørgin teirra vísa á teir heilt stóru ítøkiligu munirnar, ið fólk fara at leggja til merkis, nú málsøkið er yvirtikið og samstarvsavtala gjørd.
Hans Christian Schmidt segði, at nú er tað upp til føroyingar sjálvar at gera av, hvussu og hvat verður gjørt við havumhvørvi í Føroyum.
Eyðun Elttør heldur, at tíðin fer at vísa, hvørjar broytingar verður neyðugar at gera innan havumhvøri, sum hann metir vera eitt sera umfatandi málsøki.









