Samstarva um barnavernd

Eysturkommuna og Fuglfjarðar kommuna skrivaðu í gjár undir

samstarvssáttmála um barnaverndina.

 

Eysturkommuna og Fuglfjarðar kommuna skrivaðu í gjár undir 
samstarvssáttmála um barnaverndina. 

 

Hetta hendir, nú løgtingið hevur samtykt, at frá 1. januar skal hvør 
barnavernd í landinum fevna um minst 3.000 fólk. 

Tað hevur so havt við sær, at Eysturkommunan og Fuglafjarðar kommuna eru 
komnar ásamt um at skipa eitt nýtt samstarv á økinum, eftir at arbeitt 
hevur verið við málinum í eina tíð. 

Eisini eru kommunurnar samdar um, at tær skulu fara undir eina tilgongd við 
at skipa samstarv á eldraøkinum, nú kommunurnar skulu yvirtaka tað 1. 
januar 2015. 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðu, sum Rás 2 hevði í dag við Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu. 

 

 Mynd: Eystur Kommuna