Samstarva um barnatannrøktina

Tórshavnar kommuna og Sandoyar Skúlasamband hava gjørt samstarvsavtalu um barnatannrøktina á Sandi

 

Kommunurnar í Sandoynni vendu sær fyrr í ár til Tórshavnar kommunu um at fáa í lag samstarvsavtalu viðvíkjandi barnatannrøkt, harundir eisini sertannlæknaviðgerðir. Kommunurnar hava lógarskyldu at veita ókeypis barnatannrøkt og sertannlæknaviðgerðir til børn og ung 0-17 ár.

 

Býráðið samtykti fyri summarið uppskot til avtalu við Sandoyar Skúlasamband. Henda avtala varð undirskrivað í dag av Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Poul Klementsen, formanni í Sandoyar Skúlasambandi, sum m.a. hevur barnatannrøktina í Sandoynni um hendi.

 

Í Sandoynni er talan um uml. 300 børn, og við avtaluni verður tað Tannlæknastovan í Havn, sum fer at standa fyri tannrøktini. Vanliga tannrøktin fer í høvuðsheitum fram í tannlækastovuni í Meginskúlanum á Sandi, meðan sertannlækaviðgerðirnar fara fram í sertannlæknastovuni í Skúlanum á Løgmannabreyt.

 

Ávísar dagføringar verða nú gjørdar í tannlæknastovuni í Meginskúlanum, eins og aðrar fyrireikingar skulu gerast, áðrenn dagliga virksemið byrjar.

 

Um stutta tíð fáa børn og foreldur nærri kunning um nýggju skipanina.