Samstarv, ávirkan og úrslit

Góði veljari
Tann 15 september hevur tú møguleikan at velja eitt javnaðarumboð á Fólkating. Vit eru 6 kvinnur og 6 menn, ið bjóða okkum fram. Tú avger, um tú ynskir eina kvinnu ella ein mann at umboða teg á danatingi.
Hví velja eitt javnaðarumboð
Eitt javnaðarumboð á fólkatingi fer at røkja hetta starvið burturav til frama fyri allar føroyingar. Vit fara ikki at brúka ½ tíð til eitt fultíðarstarv. Vit fara heldur ikki at draga føroyskan partapolitikk niður til Danmarkar. Føroyskur innanríkispolitikkur skal rekast í løgtinginum. Vit hava mangan verið vitni til, at ósemjur og klandur í Føroyum hava verið ovast á breddanum í Danmark. Eitt javnaðarumboð fer at arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, ið breiðastu merking.
Eitt samríkjaumboð
Javnaðarflokkurin er ein samríkjaflokkur. Hetta merkir, at vit ynskja eitt gott og tætt samstarv í ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin er ikki bert ein spurningur um pening. Javnaðarflokkurin vil samstundis miðvíst menna føroyska samfelagið við at taka størri ábyrgd. Vit hava tó eina treyt, tá ið vit átaka okkum størri ábyrgd, skal tað ikki minka um lívsfrælsi hjá vanliga føroyinginum.
Tætt samband við føroyskar útisetar
Flest øll kenna ella hava ungdóm, ið velur at nema sær útbúgving uttanlands. Tað er gagnligt at okkara ungdómur fer út í heim, men hann má fáa betri møguleikar at flyta heimaftur. Tí mugu vit arbeiða fyri at ungdómurin uttanlands hevur eitt tætt tilknýti til Føroyar. Hetta vil javnaðarflokkurin leggja orku í á fólkatingi. Tí fara vit at arbeiða fyri at knýta sambond millum føroyskar útisetar og føroyska vinnulívið, føroyskar útbúgvingarstovnar og føroyska samfelagið sum heild.
Vilja at finna loysnir
Eitt Javnaðarumboð á Fólkatingi hevur viljan at finna bestu loysnirnar til frama fyri alt Føroya fólk. Tú avger um hesin vilji skal fáa møguleika at standa sína roynd á Fólkatingi. Vel tí eitt javnaðarumboð , kvinnu ella mann, á fólkating tann 15 september.