Samstarv við ComedyKlubben og skemtarar teirra

Tíðindaskriv, Hugnaløtur:

 

Nú kunnu vit við gleði avdúka, at Hugnaløtur og ComedyKlubben hava gjørt eitt samstarv, har teir senda teirra bestu stand up skemtarar til Føroya, við jøvnum millumbili. Fylg Hugnaløtur á sosialu miðlunum, so kunnu tit fylgja við, tá aðrir skemtarar koma til Føroya.

 

John’s og OY eru sum stoypt til endamálið

 

Vit hava lagt okkum eftir, at fáa ordans comedy stemning í fjøldina, tí hava vit valt tvey sera stemningsfull høli, og eru tey bæði sum stoypt til endamálið. Tann fyrsta sýningin er í John’s í Fuglafirði fríggjakvøldið tann 15. mars kl. 20.30 (dyrnar lata upp kl. 18.00), og tann seinna í Bryggjarínum OY á Hálsi leygarkvøldið tann 16. mars kl. 19.30. Til sýningina í OY, verður eisini møguleiki fyri at bíleggja sær borð og góðan mat frá kl. 18.00.

 

Brian Mørk, Jacob Wilson og Valdemar Pustelnik eru teir fyrstu

 

Teir fyrstu frá ComedyKlubben sum koma til Føroya eru Brian Mørk, Jacob Wilson og Valdemar Pustelnik, sum allir eru aktuellir við sýningum kring Danmark í løtuni..

 

Brian Mørk hevur verið stand up skemtari í meir enn 20 ár, har hann nokk er best kendur frá “Brian Mørk Show”, “Talegaver til Børn, “Mørk og Jul” og “Comedy Aid”. Seinnu árini er hann eisini blivin væl kendur fyri sítt podcast, “Brian Mørk Show Podcast”.

 

Jacob Wilson hevur eisini yvir 20 ár á baki sum stand up skemtari. Hann er best kendur sum vertur á sjónvarpssendingini “Bingo Banko”, og hevur arbeitt nógv sum skemtingarsamur útvarpsvertur á Radio 100FM og nú á Radio 100. Eisini hevur hann nógvar framførslur á “Live fra Comedy ZOO” og á “Live fra Bremen”.   

 

Valdemar Pustelnik er fastur vertur hjá ComedyKlubben og hevur nógvar framførslur í ryggsekkinum. Hann er nokk best kendur frá “Zulu Open Mic” og hevur gjørt fimm einmans sýningar, sum hava verið sera væl umtøktar í Danmark.

 

Hetta eru tríggir sera stuttligir harrar, sum hava fleiri hundrað sýningar á CV’num, so teir eru ikki hvør sum helst. Teir eru sera spentir og væl upplagdir til hendan túrin til Føroya, so láturmusklarnir sleppa heilt vist at royna seg hesi bæði kvøldini.

 

Atgongumerki kunnu bíleggjast á atgongumerki.fo og tað er sera avmarkað nøgd til sýningarnar.