Fyri at fáa hetta nýggja tilboðið upp at standa, hevur Trygd gjørt eina samstarvsavtalu við eina altjóða heilsutryggingarfyritøku, ið nevnist International Health Insurance (IHI).
IHI er millum heimsins fremstu heilsutryggingarfyritøkur, og fáast tey burturav heilsutryggingar.
Tað var Rikke Haaber frá IHI, ið greiddi frá teirra virksemi í síni heild, men eisini teirra samstarvi við Trygd.
- Vit hava tosað saman við Trygd í eitt hálvt ár eftirhondini, og beinanvegin komu vit ásamt um, at tað var 1. september vit skuldu kunngera hetta.
IHI hevur sum er skrivstovur í átta ymsum londum, frá USA til Japan og Bolivia, og alla staðni har tey koma, royna tey at tillaga teirra tryggingar eftir tørvinum hjá einstaka landinum.
Men IHI er ikki einasti samstarvsfelagin hjá Trygd í hesum her, tí fyri at flyta fólk av landinum at viðgerast er neyðugt við frakt, og í hesum sambandi hevur Trygd fingið eina avtalu í lag við Atlantic Airways. Og orsøkin til tað er, at Atlantsflog er tað felagið, ið hevur flest fráferðir úr Føroyum, og fyri kundan er tað avgerandi, at hann kann sleppa av landinum skjótast gjørligt.










