Samstarv um sløkkilið í skjótt 40 ár

(Ljóðsamrøða) Seinnapartssendingin hjá Rás2 prátaði við Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðara í dag

Seinnapartssendingin hjá Rás2, sum sendir innsløg úr Runavíkar kommunu vitjaði í dag Sunleiv Højgaard, sum er leiðari fyri felags sløkkiliðnum hjá kommunum á Skálafjørðinum.

 

Sunleiv er tann einasti sløkkiliðsmaðurin, sum er í føstum starvi, men sløkkiliðið hevur nógvar tilkallu sløkkiliðsmenn á báðum ørmunum á Skálafjørðinum, umframt í Oyndarfirði.

 

Heili sjey av monnunum hava verið við øll 40 árini felags sløkkiliðið hevur virkað. Skálafjarðar sløkkilið varð stovnað 4. september í 1974.

 

Eitt serstakt við sløkkiliðnum er, at teir hava eisini mannað eitt manskór, sum hevur verið nógv umbiðið til tiltøk av ymiskum slagi.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Sunleiv Højgaard á Rás2. 

 

Tað ber til at hoyra Skálafjarðar sløkkilið syngja á hesari leinkjuni: http://www.youtube.com/watch?v=MruRVgDZV8Q

 

(Mynd: nes.fo)