Tá tað hevur viðrað, er nógvur útróðrarfiskur komin upp á land í Sandoynni, og tað eru serliga bátar, sum rógva út við snellu av Sandi, sum hava fingið nógvan fisk, tá løturnar hava verið.
Johan Mortensen, konsulentur, sigur, at Tavan í Leirvík og Sandoy Seafood nú hava gjørt avtalu um, at Tavan keypir toskarogn frá útróðrarmonnum í Sandoynni.
Í nøkur ár hevur Tavan í Leirvík saltað toskarogn í tunnur til útflutnings, og hetta virksemi er farið fram í vertíðini á virkinum í Leirvík.
Johan Mortensen heldur tað vera umráðandi, at hetta góða tilfeingið, sum rognini eru, kemur til sættis, samstundis sum útróðrarmenn eisini kunnu fáa nakað burtur úr rognunum.