Undir grundlógararbeiðinum í Grundlógarnevndini kom fram, at stórur tørvur er á hollari lógfrøðiligari vitan, serliga um Føroyar skulu yvirtaka rættarmál. Føroysk lóggáva, siðvenja hjá dómstólum og fyrisiting kunnu ikki ganga sínar egnu leiðir uttan lógkøna gransking, kunning og frálæru. Um ein føroysk grundlóg skal kunna gerast virkin, er tað avgerandi neyðugt at vit fáa eina livandi og áhaldandi fakliga viðgerð av føroyskari lóggávu. Hetta tí:
?Føroyar eru egið lógarøki við egnum lógum og egnari praksis á flestu økjum.
?At Føroyar hava ? fullveldi ella ikki ? ábyrgd av flestu málsøkjum.
?At Føroyar hava eina ov lítið menta almenna fyrisiting.
?At skal stjórnarskipanin vera virkin og hava týdning fyri trivnaðin og trygdina hjá fólki í Føroyum, mugu fortreytir skapast.
?At í skúlunum og innan hægri útbúgving má frálæra vera í okkara egnu stjórnarskipan.
?At rættarskipanin skal lagast til og vera ein meira virkin partur í rættarfatanini og rættarskapanini. Avgerðir hjá dómstólum, umboðsmanni, myndugleikum og kærumyndugleikum mugu savnast og vera atkomulig hjá øllum.
?At avgerandi fyri føroyskum ræði á teimum ymisku málsøkjunum eru føroysk rættarvísindi, gransking og útbúgving í føroyskari stjórnar- og rættarskipan á teimum einstøku málsøkjunum.
Tørvin á størri virknum kunnleika um lóg eru ikki minst ungir løgfrøðingar greiðir yvir. Teir hava nú í eina tíð givið út eitt áhugavert føroyskt lógarrit. Eisini landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur sýnt málinum áhuga, og kallaði 27. oktober 2000 inn til ein fund um henda spurning. Formaðurin í Grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen og skrivarin Kári á Rógvi, arbeiddu við málinum.
13. oktober 2001 skipaði Fróðskaparsetrið fyri eini verkstovu um tørvin á undirvísing og gransking, har eisini fleiri umboð fyri Løgfrøðideildina á Háskola Islands luttóku saman við føroyskum løgfrøðingum. Hetta var ein sera áhugaverd verkstova.
Tað eru sjálvandi ymiskar meiningar um, hvussu útbúgvingin í løgfrøði í Føroyum skal skipast, men tað sum higartil hevur verið í uppskoti er ein eitt ára grundútbúgving og so ein sokallað mastersútbúgving upp á 1 til hálvtannað ár.
Fyrsta tiltakið hjá Søgu- & Samfelagsdeildinini hevur verið at skipa fyri einum lítlum grundskeiði í lóg. Tey sum hava staðið fyri hesum skeiði eru teir ungu løgfrøðingarnir Kári á Rógvi, Birta Biskopsstøð, Jógvan Elias Winther Poulsen og Jonhard Klettheyggj. Hetta skeið hevur havt heilt stóra undirtøku millum fólk og er sera væl umtókt av teimum lesandi. Eini 30 fólk fara upp til próvtøkuna sum verður 3. juni.
Tað sum Søgu- & Samfelagsdeildinin og Lagadeil Háskola Island eru vorðnar samdar um er:
?Lagadeild býður sær til í eini innleiðslutíð at hjálpa til at leggja eitt grundskeið í føroyskari løgfrøði til rættis og tryggja, at undirvísing og próvtøkur eru á einum nóg høgum støði.
?Lagadeild býður sær til at lata lærarar á deildini taka lut í undirvísingini í løgfrøði á Søgu- & Samfelagsdeildini og vegleiða teimum føroysku løgfrøðingunum, sum skipa fyri undirvísingini.
?Lagadeild býður sær til at hjálpa til við at fyrireika eina mastersútbúgving í føroyskari løgfrøði í samstarvi við Søgu og samfelagsdeildina og tryggja, at undirvísing og eftirmeting eru á nóg høgum støði.
?Lagadeild býður sær til at taka ímóti lesandi, ið taka mastersútbúgving til at fullgera serøki i mastersútbúgvingini vil Lagadeild í evnum sum Lagadeild hevur serkunnleika í.
?Fróðskaparsetur Føroya býður sær harafturímóti at samstarva við Háskola Islands á øðrum økjum, har tørvur er á tí og á løgfrøðiøkinum, tá tann parturin er komin undan.
Søgu- & Samfelagsdeildin er fegin um hesa hjálpandi hondina frá Lagadeild Háskola Islands og vónar, at deildin fær teir hølisligu og fíggjarligu karmar, sum ger tað møguligt at taka ímóti hesum frálíka tilboði.