Frá 1. november fara tískil øll elektronisk skjøl hjá kommununi at liggja í eini stórari goymslu hjá Elektron. Avtalan varð undirskrivað av Rósu Samuelsen, borgarstjóra og Niels Christian Nolsøe, stjóra á Elektron.
- Avtalan fer at gera trygdina á økinum enn betri, enn hon longu hevur verið, sigur Rósa Samuelsen, sambært heimasíðuni hjá kommununi.
Á nýggjárinum verður samstarvið víðkað til at umfata journalskipanina hjá kommununi. Elektron fer í framtíðini at taka sær av øllum tí tøkniliga og av trygdini.