Póland hevur alment viðgingið, at teirra fiskimenn reka umfatandi ólógliga toskaveiði í Eystursjónum Í fjørheyst avdúkaði Greenpeace pólskar fiskimenn, sum høvdu gørn standandi, meðan allur toskafiskiskapur í Eystursjónum annars var bannaður.
Nú siga polsku fiskiveiðimyndugleikarnir, at teir vilja samstarva við svenska fiskiveiðieftirlitið fyri at fáa billbukt við ólógligu veiðini. Ætlanin er nevniliga at skipa fyri felags eftirliti, bæði á havinum og í havnum, har toskur verður landaður.
Søguligi rættindini geva Pólandi ein stóran part av samlaðu toskakvotuni í Eystursjónum.