Samstarv um barnaverndartænastu í vanda

Porkeris kommuna og Vágs kommuna umhugsa at taka seg burtur úr sáttmálanum við hinar kommunurnar í oynni um barnaverndartænastuna Eyka bygdarráðsfundur verður í Porkeris bygdarráði seinnapartin í morgin, har støða skal takast til at siga upp sáttmálan um barnaverndartænastuna í Suðuroy. Vágs býráð hevur sama mál á skránni til býráðsfundin týsdagin. Tað skrivar Suðuroyarportalurin.

Allar kommunurnar í Suðuroynni samstarva í løtuni á barnaverndartænastuøkinum, sum liggur undir Sosialu Deild hjá Tvøroyrar Býráð.

Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri, sigur við Suðuroyarportalin, at talan er um eitt eymt mál, og at hann ikki ynskir at úttala seg um málið, fyrr enn bygdaráðsfundurin hevur verið.

Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, váttar fyri Suðuroyarportalinum, at sama mál er á skránni til býráðsfundin í Vági týskvøldið, og hon ynskir heldur ikki at gera viðmerkingar til málið enn.