Útnorðurráðið skipar í døgunum frá 15. til 17. januar fyri ráðstevnu við heitinum Heilsuverkini í útnorði, avbjóðingar og møguleikar.
Ráðstevnan verður í Ísafirði í Íslandi, og luttakararnir verða umleið 40politikarar, akademikarar og serfrøðingar úr útnorði og Noregi. Teir fara at tosa um, hvørt londini kunnu gera nakað betur saman ella hvør sær. Ein møguleiki er, at semja verður gjørd um, at eitt øki ehvru eina sergrein, sum so tænir øllum londunum í útnorði. Eitt evni verður útbúgving og venjing av starvsfólki, og um londini kunnu hava fyrimun av at keypa kostanaðarmikla útgerð til heilsuverkið saman og á tann hátt fáa betri avtalur.
Eitt endamál við ráðstevnuni at fáa innlit í heilsuverkini í teimum trium londunum síggja út, avbjóðingar og samstarvsmøguleikar.
Í summar mátar eru londini í somu støðu. Londini eru tunt fólkað, økini stór og tær hava bygdir, sum liggja avskornar.
Millum fyrilestrahaldararnar verða Karsten Hansen, landsstýrismaður, Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum og Shahin Gaini, yvirlækni og granskari á Landsjúkrahúsinum.










