Javnaðarflokkurin er sannførdur um, at tað er okkara skylda og okkara ábyrgd, at vit eisini nýta fólkatingssessin við tí endamáli at verja tey virðini, sum liggja í ríkisfelagsskapinum. Politikkur er sum kunnugt at hava ávirkan, men uttan tykkara undirtøku á valinum, fáa vit onga ávirkan. Tí hevur júst tín atkvøða týdning.
Tveir løgtingsflokkar, sum eisini stilla upp til fólkatingsvalið, royna at geva veljar-unum ta fatan, at tað bert eru tveir møguleikar í føroyskum politikki. Annar møgu-leikin er fullveldi og loysing, og hin møguleikin er samband og ongin broyting í verandi støðu. Hesir flokkar eru tjóðveldisflokkurin og sambandsflokkurin.
Men hin gløggi veljarin veit, at so svørt ella hvít er tilveran ikki, og tí er tað ikki eitt val ímillum svart ella hvítt. Tað er heldur ikki eitt val ímillum rætt ella rangt, men tað er eitt val ímillum svart og hvítt, sum er samband ella loysing, øðrumegin og okkum, sum hava loysnir hinumegin. Talan er um loysnir, ið flest allir føroyingar kunnu taka undir við. Velja tit tjóðveldisflokkin fara vit framhaldandi at hava samanbrestir millum danskar og føroyskar myndugleikar. Velja tit sambandsflokkin hendir onki.
Við síni umboðan á fólkatingi vil javnaðar-flokkurin framhaldandi vera tann skilagóða og sakliga røddin, sum stendur óheft av donskum partapolitikki og donskum innanlendispolitikki. Ein atkvøða til fólkaflokkin er ein atkvøða til konservativa flokkin í Danmark, og ein atkvøða til sambandsflokkin er ein atkvøða til danska vinstraflokkin. Vit siga nei til klandur og stríð, tí tað ger okkum hvørki fræls ella frí. Vit vilja samstarva og harvið finna loysnirnar og røkka úrslitini til frama fyri føroysku tjóðina.
Aðalmál javnaðarfloksins er at skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri tí einstaka og fyri felags áhugamálum og vælferð fólksins er í hásæti. Tí siga vit FÓLKIÐ FYRST, og tí siga vit, at lívskorini hjá fólkinum skulu standa ovast á politisku dagskránni eisini í ríkisfelagsskapinum. Sjálvur ríkisfelagsskapurin skal eisini byggja á samhaldsfesti - hann skal byggja á solidaritet. Hann skal tryggja sama livifót í øllum pørtum av ríkisfelagsskapinum.
Samhaldsfasti politikkurin er rótføroyskur. Í øldir hava okkara forfedrar bygt alla sína tilveru á samhaldsfastar loysnir. Teir gingu fjøllini í felag. Vóru til útróðrar á sama báti. Vóru felags um nótakøstini. Í felag róku teir grindirnar og hildu teimum til. Og grindabýtið fór fram eftir samhaldsføstu meginregluni. Øll fingu sama part - barnið í vøgguni og tey gomlu á songini fingu sama part sum hini. Hetta er umsorgan fyri hinum einstaka og felags áhugamálum.
Týsdagin 20. november fer javnaðarflokkurin til fólkatingsval undir slagorðinum "Samstarv og loysnir". Vit heita inniliga á allar veljarar, um at taka undir við samstarvspolitikkinum, sum førir til loysnirnar og úrslitini. Tí fara vit mannsterk á val og sláa manngarð um lista javnaðarfloksins. Gott val!










