Norðurlendskt samstarv er aktuelt í hesum døgum, og orsøkin er sjálvsagt, at í dag er 25 ára hátíðarhaldið hjá Norðurlandahúsinum hildið við, at nýggi tilbygningurin við heitinum Athøll alment verður tikin í nýtslu. Flestøll munnu vera samd um, at norðurlendskt samstarv hevur stóran týdning fyri okkum. Vit kunnu leggja afturat, at alt altjóða samstarv hevur týdning í eini tíð við globalisering og altjóðagerð. Hvat er tað so heilt ítøkiliga, sum ger, at eitt nú norðurlendska samstarvið hevur týdning fyri Føroyar og føroyingar?
Tað er lítið at ivast í, at ein orsøk til, at norðurlendskt samstarv verður mett at hava stóran týdning, er ikki bert mentanarligi skyldskapurin, men at hetta samstarv mangan gevur eitt gott fíggjarligt íkast til eitt nú mentanarligt virksemi. Føroyskir játtandi myndugleikar eru sum kunnugt sera pírnir við at stuðla mentan og list. Lítið samsvar er millum øll tey vøkur politikaraorð um týdning av mentan og list og so viljan at rinda tað, sum hetta økið veruliga hevur tørv á.
Tað er tí ikki so løgið, at serstakliga menta- og listafólk fegnast um norðurlendska mentanarsamstarvið. Ein stórur partur av mentanarligum verkætlanum seinastu árini hevði ikki kunnað latið seg framt uttan stórtøknan noðrulendskan fíggjarstuðul. Føroyingar hava í ártíggjur notið stóra vælvild frá norðurlendska mentanarsamstarvinum. Hetta er sjálvsagt bara gott, og peningurin er væl untur. Men, um tað er vorðið soleiðis, at føroyskt mentanarligt virksemi mestsum er bundið av útlendskum stuðuli, so setur hetta samstundis okkara mentanarpolitisku armóð í hámynd, í relieff.
Føroyingar, sum hjá norðurlendskum grunnum og puljum søkja stuðul til framúr góðar mentanarligar verkætlanir, kunnu greiða frá, hvussu tað kenst samstundis at noyðast at greiða frá, at heima fekst einki ella í mesta lagi nøkur súmbolsk oyru. Hetta lagið gongur ikki í longdini. Vit kunnu ikki í longdini fíggja okkara mentanarlív fyrst og fremst við norðurlendskari ella danskari vælvild. Vit eiga sjálv at fíggja okkara mentanarlív og stuðulin uttaneftir skal vera íkastið, sum skal tryggja, at vit varðveita sambond úteftir, menna netverk og mynda tað samstarv, ið er ein fortreyt fyri góðum úrslitinum. At enda: bert alt gott um Norðurlandahúsið, týdningur tess fyri mentan og list okkara kann ikki yvirmetast, sum vit hava víst á í serblað okkara um húsið. Men kanska skuldu vit nýtt tey komandi tjúgufimm árini til at taka fulla og heila ábyrgd av okkara egna mentanarlívi, meðan Norðurlandahúsið verður hornateinur í mentanarligarligum virksemi vent móti útheiminum.