Samstarv oftast lykilin til framgongd

Tað eru vinnan, ferðafólk, bilar og samferðslan við Norðoyggjar tað snýr seg um, og ikki um eg "eri nøgdur ella ónøgdur" við strandferðslustjóran.

Seinasta leygardag høvdu Sosialurin og eg samrøðu um eitt og annað, sum Reidar Nónfjall stjóri á Strandferðsluni hevði sagt um truplu ferðsluna um Leirvíksfjørð.
Eg helt og haldi, at ein yvirskrift sum "Nónfjall enn í starvinum - meðan vinnan situr í saksinum", hevði verið meiri í tráð við innihaldið. Hinvegin metti blaðið at betur ljóðaði yvirskriftin: "Jógvan við Keldu stak ónøgdur við strandferðslustjóran".
Spurningurin um "eg eri nøgdur ella ónøgdur", hevur ikki tann stóra týdningin, meiri áhugavert er, hvussu samferðsluviðurskiftini eru fyri vinnu, ferðafólk og bilar.
Men lat hetta fara. Fjølmiðlafólk eru náttúrliga serkøn á teirra øki.

Nónfjall og Norðoyatunnilinum
Heldur fari eg at gera nakrar viðmerkingar til, nakað av tí sum Nónfjall stjóri sigur í sínum viðmerkingum, og sum eg roknið við, at allir norðingar, politikarar og kundar annars hava ilt við at skilja.
Fyri tað fyrsta siugr hann, at tað ganga fimm til átta ár áðrenn fasta sambandið er veruleiki millum Eysturoynna og Klaksvíkina.
Møguliga hevði tað verið úrslitið, um hesin hevði avgerandi orðið í hesum máli. Hinvegin hevur okkara ferðslumálaráðharri og stjórin fyri Norðoyatunnilin sagt so seint sum nú í summar, at arbeiðið verður boðið út í hesum árinum, og tekur trý ár at gera. - Hetta er sjálvandi galdandi, um einki serligt ókent vandamál stingur seg upp.

Trý ára "langtíðarætlan"
Í øðrum viðfangi sigur stjórin á Strandferðsluni, at trý til fimm ár er langtíðarætlan hjá teimum.
Innan kunningartøkni eru trý ár long tíð, men hugsa vit um, at Suðuroyarskipið tekur trý ár at byggja, tunnilin tað sama og eitt nú at vegir skulu útbyggjast, so ber ikki til at siga, trý ár er langtíðarætlan. - Ja skilji hvør íð skilja vil.

Eingin veit alt
Í triðja lagi sigur hann í viðmerkingunum hjá sær, at orsøkin til at hann tók síni fólk úr sokallaða "Leirvíksfjarabólkinum" í 1998 var, at hesir "komu ov langt inn á teirra (strandferðslunnar) arbeiðsøki". Tað vildi hann "ikki finna seg í".
Tað vil siga, at tey sum vanliga nýta strandferðslutænstuna, skulu onga meining hava, og stjórin "finnur seg ikki í", at tey hava nakra meingin, og eingin uttan stjórin sjálvur og tey fólk, sum eru uttan um hann, skulu kunna geva til kennar síni sjónarmið. - Vit skulu minnast til, at hesi fólk verða útskift helst við tvey til trý ára millum-bili, so tað er avmarkað, hvat tey kunnu vita um viðurskiftini. So tað er møguliga hetta sum gevur honum rættin til at siga, at trý ár er ein langtíðarætlan.

Hetta vísir støðið
So leggur sjórin til síðst dent á, at eg havi atkvøtt ímóti avloysaraskipi.
Hetta vísir eina veikliga síðu av stjóranum, sum situr beint undir samferðslumálaráðharranum. - At ein minniluti í tinginum, sum ikki fær meiriluta fyri einum avloysaraskipi leggur málið fram, er teirra sak, men at stjórin á Strandferðsluni leggur seg upp at tílíkum, sigur eitt sindur um støðufestið ella kontinuitetin hjá honum. - Hann hevur í hesum umfari skyldu til at halla sær upp at ferðslumálaráðharranum.
Fyri nøkrum árum síðani las eg lívsøguna hjá Andrew Carnegie. Um eg minnist rætt, stendur nakað soleiðis á gravsteininum hjá honum: "Her liggur ein maður, sum gjørdist til tað hann varð, tí hann samvirkaði við fólki, sum vitsti betri enn hann". - Hesin vitsti hóast alt "nakað". Møguliga er tikið nakað dýran til í hesi sammeting.
Eg fari tí enn einaferð at heita á Reidar Nónfjall, stjóra á Stranferðsluni, at finna samstarv við fólkið, sum dagliga nýta hesa kundatænastu, so at ein tílíkur arbeiðs-bólkur aftur fæst at virka. Støðan er óúthaldilig. - Tað er eingin skomm at samstarva við fólk, sum vita nakað um viðurskiftini. Arogansa loysir einki vandamál.

Lykilin til framgongd fæst oftast v
Jógvan við Keldu, tingmaður og formaður í Vinnulívsráðnum í Klaksvík:

Samstarv oftast lykilin til framgongd
Tað eru vinnan, ferðafólk, bilar og samferðslan við Norðoyggjar tað snýr seg um, og ikki um eg "eri nøgdur ella ónøgdur" við strandferðslustjóran.
Seinasta leygardag høvdu Sosialurin og eg samrøðu um eitt og annað, sum Reidar Nónfjall stjóri á Strandferðsluni hevði sagt um truplu ferðsluna um Leirvíksfjørð.
Eg helt og haldi, at ein yvirskrift sum "Nónfjall enn í starvinum - meðan vinnan situr í saksinum", hevði verið meiri í tráð við innihaldið. Hinvegin metti blaðið at betur ljóðaði yvirskriftin: "Jógvan við Keldu stak ónøgdur við strandferðslustjóran".
Spurningurin um "eg eri nøgdur ella ónøgdur", hevur ikki tann stóra týdningin, meiri áhugavert er, hvussu samferðsluviðurskiftini eru fyri vinnu, ferðafólk og bilar.
Men lat hetta fara. Fjølmiðlafólk eru náttúrliga serkøn á teirra øki.

Nónfjall og Norðoyatunnilinum
Heldur fari eg at gera nakrar viðmerkingar til, nakað av tí sum Nónfjall stjóri sigur í sínum viðmerkingum, og sum eg roknið við, at allir norðingar, politikarar og kundar annars hava ilt við at skilja.
Fyri tað fyrsta siugr hann, at tað ganga fimm til átta ár áðrenn fasta sambandið er veruleiki millum Eysturoynna og Klaksvíkina.
Møguliga hevði tað verið úrslitið, um hesin hevði avgerandi orðið í hesum máli. Hinvegin hevur okkara ferðslumálaráðharri og stjórin fyri Norðoyatunnilin sagt so seint sum nú í summar, at arbeiðið verður boðið út í hesum árinum, og tekur trý ár at gera. - Hetta er sjálvandi galdandi, um einki serligt ókent vandamál stingur seg upp.

Trý ára "langtíðarætlan"
Í øðrum viðfangi sigur stjórin á Strandferðsluni, at trý til fimm ár er langtíðarætlan hjá teimum.
Innan kunningartøkni eru trý ár long tíð, men hugsa vit um, at Suðuroyarskipið tekur trý ár at byggja, tunnilin tað sama og eitt nú at vegir skulu útbyggjast, so ber ikki til at siga, trý ár er langtíðarætlan. - Ja skiljið hvør í skilja vil.

Eingin veit alt
Í triðja lagi sigur hann í viðmerkingunum hjá sær, at orsøkin til at hann tók síni fólk úr sokallaða "Leirvíksfjarabólkinum" í 1998 var, at hesir "komu ov langt inn á teirra (strandferðslunnar) arbeiðsøki". Tað vildi hann "ikki finna seg í".
Tað vil siga, at tey sum vanliga nýta stranferðslutænstuna, skulu onga meining hava, og stjórin "finnur seg ikki í", at tey hava nakra meingin, og eingin uttan stjórin sjálvur og tey fólk, sum eru uttan um hann, skulu kunna geva til kennar síni sjónar-mið. - Vit skulu minnast til, at hesi fólk verða útskift helst við tvey til trý ára millum-bili, so tað er avmarkað, hvat tey kunnu vita um viðurskiftini. So tað er møguliga hetta sum gevur honum rættin til at siga, at trý ár er ein langtíðarætlan.

Hetta vísir støðið
So leggur sjórin til síðst dent á, at eg havi atkvøtt ímóti avloysaraskipi.
Hetta vísir eina veikliga síðu av stjóranum, sum situr beint undir samferðslumálaráðharranum. - At ein minniluti í tinginum, sum ikki fær meiriluta fyri einum avloysaraskipi leggur málið fram, er teirra sak, men at stjórin á Strandferðsluni leggur seg upp at tílíkum, sigur eitt sindur um støðufestið ella kontinuitetin hjá honum.
- Hann hevur í hesum umfari skyldu til at halla sær upp at ferðslumálaráðharranum.
Fyri nøkrum árum síðani las eg lívsøguna hjá Andrew Carnegie. Um eg minnist rætt, stendur nakað soleiðis á gravsteininum hjá honum: "Her liggur ein maður, sum gjørdist til tað hann varð, tí hann samvirkaði við fólki, sum vitsti betri enn hann".
- Hesin vitsti hóast alt "nakað". Møguliga er tikið nakað dýran til í hesi sammeting.
Eg fari tí enn einaferð at heita á Reidar Nónfjall, stjóra á Stranferðsluni, at finna samstarv við fólkið, sum dagliga nýta hesa kundatænastu, so at ein tílíkur arbeiðs-bólkur aftur fæst at virka. Støðan er óúthaldilig. - Tað er eingin skomm at samstarva við fólk, sum vita nakað um viðurskiftini. Arogansa loysir einki vandamál.
Lykilin til framgongd fæst oftast við samstarvi.