Samstarv í Mylnuhúsinum

Hesa vikuna húsast dagstovnurin í KÍ høllini, har børnini og starvsfólkini, sum vanliga ikki eru undir sama taki, arbeiða við evninum samstarv

Klaksvík:
Hanna Thøgersen, leiðari í Mylnuhúsinum, sigur, at endamálið við hesum evnisdøgunum er at børn og starvsfólk í teimum smærri húsunum skulu kunna síggja, hvussu tað er hjá hvørjum øðrum.
Allur stovnurin, sum telur yvir 100 børn og so starvsfólk afturat, fer at húsast í KÍ høllini. Vanliga er Mylnuhúsið býtt upp í smáar eindir. Vøggustova og barnagarður eru í stovinum á Mylnugøtu, meðan frítíðarskúlin og tveir útibarnagarðar húsast aðrastaðni.
Børn og starvsfólk verða býtt upp í familjur, sum tey so hoyra til hesa vikuna. Hetta er fyri at varðveita tær smáu eindirnar, sum stovnurin er býttur upp í, og sum børnini eru von við. Men munurin verður so hann, at tað verða børn í aldrinum 0 til 6 ár, sum eru í hvørjari familju ístaðin fyri bara javnaldrar.
? Tey í frítíðarskúlanum kunnu nú síggja, hvussu tað er at vera í vøggustovu, og umvent. Og tað sama við starvsfólkunum, greiðir Hanna frá.

Tivoli
Fyrsti dagur í hesi verkætlan var ígjár. Børnini møttu í KÍ caféini, har tey skuldu húsast, inntil klárt var at fara inn í sjálva høllina.
Hugskotið kom fram í februar, og hevur starvsfólkið arbeitt við hesari ætlanini síðani tá. Hanna Thøgersen sigur, at tey hava roynt ikki at tosa so nógv við børnini um hesa ætlanina langt frammanundan, tí tað so hevði verið so longi hjá teimum at bíða. Hon sigur eisini, at starvsfólkini hava verið líka spent sum børnini til hesa øðrvísi vikuna.
Inni í høllini hevur starvsfólkið gjørt sera nógv burturúr. Í nærum eina viku hava børnini spent tosað um eitt ella annað tivoli, sum tey skulu í. Og í gjáramorgunin varð avdúkað, hvat fyri tivoli talan er um.
Inni í KÍ høllini er eitt satt tivoli sett upp til børnini. Básar, har ymisk tiltøk eru, og básar, sum familjurnar so "búgva í". Eisini er ein pallur settur upp harinni, og tvær hoppiborgir. So ongin ivi er um, at børnini fara at hava eina spennandi og stuttliga viku.
Tiltakið endar fríggjadagin við, at foreldur og systkin hjá børnunum eru boðin inn í KÍ høllina til eina hugnaløtu, har tey kunnu síggja, hvussu børnini hjá teimum hava húsast, og hvat tey hava arbeitt við hesa vikuna.