Samstarv innan havfrøði

Danska stjórnin hevur játtað 10 milliónir krónur til eitt trý ára danskt-føroyskt-grønlendskt granskingarsamstarv innan havfrøði, veðurlagsbroytingar og vistfrøði.

Hetta er eitt framhald av havgranskingarsamstarvi, ið byrjaði í 2007, men er nú víðkað til eisini at umfata Grønland. Tað er Havstovan, sum samskipar samstarvið.

Á heimasíðuni hjá Havstovuni verður nú lýst eftir umsøkjarum til granskingarsamstarvið. Søkjast kann um verkætlanir, ið kanna gróðurin við Føroyar, umframt vistskipanir, æti og uppsjóvarfisk í havøkjunum millum Føroyar og Eysturgrønland.