Samstarv gagnar vinnuni

- Samstarv millum føroysk lesandi uttanlands og fyritøkur í Føroyum kann avgjørt gagna vinnulívinum, sigur Guðrun Winther, Ph.d. lesandi í Danmark

- Samstarv millum føroysk lesandi uttanlands og fyritøkur í Føroyum hevur fyrimunir fyri báðar partar, og tí eigur meira at verða gjørt við at samstarva.

 

Tað sigur 28 ára gamla Guðrun Winther, sum sjálv er Ph.d. lesandi í Århus og fegin vil knýta sína verkætlan at eini føroyskari fyritøku.

 

– Samstarv kann gerast ein avgerandi faktorur fyri, hvørt høgt útbúnir føroyingar koma aftur til Føroya ella ikki, tá útbúgvingin er liðug, sigur Guðrun Winther.

 

Hon heldur, at føroyskar fyritøkur og stovnar eiga at gera sær meira dælt av útisetunum, sum eru undir hægri útbúgving.

 

- Føroyingar við eini hægri útbúgving kunnu sum heild gagna landinum við so nógvum meira enn bara fakligu vitanini innan eitt avíst evnið, sigur Guðrun Winther og sipar til, at tú sum Ph.d. lesandi lærir at leiða verkætlanir, skriva umsóknir, undirvísa, leiða fundir og so framvegis. 

 

 

Evnið í verkætlanini hjá Guðrun Winther er samspælið millum fiti og útvikling av tunglyndi og sukursjúku.

 

- Í verkætlanini, sum eg arbeiði við, kanni eg, hvønn týdning kosturin, sum ein kvinna etur, meðan hon er við barn, hevur fyri barnið og í sambandi við sjúkur, sum hetta barnið møguliga kann fáa sum vaksið. Tað er serliga í sambandi við viðgerðarhættir, at úrslitini frá hesi verkætlanini kunnu beinleiðis ávirka føroyskt vinnulív, tí longu nú vita vit, at feittsýran omega3 spælir ein stóran leiklut. Tað vil siga fiskavørur sum laksur og makrelur kunnu gerast rættiliga týdningarmikil, og har er tað, at føroyska fiskivinnan kann fáa ein ágóða. Mann kundi til dømis útvunnið feittið frá laksi og brúkt tað í viðgerðini. Harafturat kann hugsast, at fólk gerast meira tilvitað um týdningin av at eta hesa feittsýruna, og sostatt økist eftirspurningurin av laksi, greiðir Guðrun Winther frá.

 

Til ber at lesa alla samrøðuna við Guðrun Winther í Sosialinum hetta vikuskiftið ella við at trýsta her