Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
Bý- og bygdaráðsvalið er av á hesum sinni, og borgarstjórar eru valdir í flestu kommununum. Eg vil í tí sambandi ynskja øllum, sum hava stillað upp fyri Sambandsflokkin, hjartaliga tillukku við valinum.
Sambandsflokkurin skal á øllum økjum vera ein álítandi samstarvsflokkur, har eitt orð altíð er eitt orð, og har allar avtalur eru bindandi fyri flokkin.
Nú er tíðin komin, hvar ið vit leggja bý- og bygdaráðsvalið afturum okkum, og taka næsta stigið. Fólkatingsval verður innan eitt ár, og Sambandsflokkurin fer at stríðast fyri at endurvinna henda sessin.
Eingin ivi er um, at ein fólkatingssessur kann bæði brúkast til at byggja samstarvið í ríkisfelagsskapinum upp við, og eisini til at bróta tað niður við. Tí hevur tað alstóran týdning, at tann sum situr í sessinum, vil virka fyri, at ríkisfelagsskapurin verður varðveittur og styrktur, heldur enn at brúka hann til at fremja fullveldi gjøgnum bakdyrnar. Eisini hevur tað týdning, at tann sum umboðar Føroyar á Fólkatingi, hevur tilknýti til flokkar og persónar í Danmark, sum virða Føroyar og føroyingar.
Sambandsflokkurin hevur líka síðani 1906 havt eitt gott samstarv við Vinstra, hvørs núverandi forsætismálaráðharri, Anders Fogh Rasmussen, hevur víst føroyingum stóra virðing (serliga um samanborið verður við undanmann hansara, Poul Nyrup Rasmussen ? fyri ikki at tala um verandi andstøðuleiðara, Mogens Lykketoft). Tí fer Sambandsflokkurin millum annað at nýta fólkatingssessin til at gera sína ávirkan (so langt sum hon røkkur), fyri at tryggja, at sitandi stjórn kann halda fram eftir fólkatingsvalið, til gagns fyri Føroyar og føroyingar.
Samstarv er vegurin fram !