Samstarv er vegurin fram

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin



Sannur hátíðardámur ráddi í lítlu grønlendsku bygdini Igaliku, 6. august í ár, tá umboð fyri USA, Grønland og Danmark í brennandi sólskini, undirskrivaðu nýggju verjuavtaluna millum londini. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell segði, at farið er undir eitt nýtt kapittul í viðurskiftunum millum Danmark, Grønland og USA, og júst fyri at vísa á hetta, var hann komin til Grønlands, at undirskriva nýggju avtaluna.

Grønlendsk uttanríkis- og trygdarmál eru, eins og føroysk, ríkismál, ið danska stjórnin formliga hevur ábyrgdina av. Men nýggja Thule-avtalan er dømi um, at felags uttanríkis- og trygdarpolitikkur forðar ikki heimastýrunum í at vinna fram í uttanríkis- og trygdarpolitiskum høpi.

Mikudagin í hesi vikuni var danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller á stuttari vitjan í Føroyum. Hann segði millum annað á vitjanini, at har tað letur seg gera, skulu Føroyar fáa fullmakt frá donsku stjórnini til at taka avgerðir ið viðvíkja Føroyum á uttanríkispolitiska pallinum. Stjórnin ætlar í oktober at leggja uppskot fyri Fólkatingið hesum viðvíkjandi.

Tað er at fegnast um, at heimastýrini í Føroyum og Grønlandi í hesum døgum fáa ein støðugt virknari leiklut á altjóðapallinum, meðan alt tos um, at vit einki kunnu í ríkisfelagsskapinum verður manað í jørðina.

Hetta prógvar enn einaferð, at samstarv er vegurin fram.