Javnaðarflokkurin vil á Fólkating at skapa framstig og úrslit fyri øll í Føroyum.
Vælferð fólksins er og verður fremsta mál Javnaðarfloksins.
Í nærum hundrað ár hava javnaðarflokkar í Norðurlondum gingið á odda at byggja modernaðu vælferðarsamfeløgini, sum í flest øllum lutum eru í fremstu røð í heimshøpi.
Vælferðarsamfelagið varð ikki bygt á stríðsvøllinum ella við konfrontatiónum, men úti millum vanlig fólk, í fakfeløgum, gjøgnum fólkaskúlan, mentan og list og fólkaupplýsing og ikki minst: Við samráðingarborðið – í tímar og dagar og nætur – í kommunum, á Løgtingi og á Fólkatingi.
Vælferðin er okkara fremsta mál. At røkka hesum gylta máli er orðið okkara fremsta amboð. Tað talaða orðið, skrivaða orðið, góða argumentið.
Gjøgnum samráðingar og dialog hava vit prógvað, at til ber at røkka úrslitum, eisini á Fólkatingi, har Javnaðarflokkurin kann hevur avrik upp í leypar at vísa á.
Vit fara ikki niður á Christiansborg at leggja sjógv millum Føroyar og Danmark.
Heldur ikki fara vit niður á Christiansborg við tí endamáli at mjólka danir fyri pengar.
Vit vilja brúka fólkatingssessin til frama fyri vælferð Føroya fólk, at fyribyrgja misskiljingum, at bróta niður markaforðingar og at lata upp hurðar fyri samstarvi og samvinnu landanna millum.
Ja, soleiðis brúka vit fólkatingssessin við viti og skili.
Við realpolitiskum samráðingum og politiskum handverki.
Tí vit skulu víðari!