Samstarv ella stríð ímillum børn og foreldur

Hvat gera foreldur, tá ið børnini siga nei, eru kedd ella eru óð? Kanska tú fært svarið í Miðlahúsinum í annaðkvøld

 

- Hvat gera foreldur, tá ið børnini javnan siga nei, eru kedd, eru óð og eru tigandi - ella gera burtur av sær uttanfyri heimið.

 

Hetta eru stórur spurningar. Men klokkan 19.30 í annaðkvøld, hóskvøldið, fer Peter Mortensen, sálarfrøðingur og psykoterapeutur, at halda almennan fyrilestur í Miðlahúsinum, og har hevur hann góð ráð um, hvussu foreldur kunnu bera seg at.

 

Tað verður eisini høvi at seta honum spurningar.

 

Fyrilesturin er um familjulívið sum heild og um, hvussu stemningurim heima við hús røkkur upp á tindarnar, fyri síðani at fara niður í myrkastu dalar.

 

Peter Mortensen sigur, at ongin familja sleppur undan løtum, við stúran, misskiljingum og stríði.

 

- Avbjóðingarnar eru stórar í parlagnum, tá ið tað gongur í móti og spurningurin er um tær fáa makarnar at fara longur frá hvørjum øðrum ella at koma tættari at hvørjum øðrum, sigur hann.