Samstarv báðar vegir

Seinasta mikudag viðgjørdi løgtingið eitt uppskot frá Anniku Olsen um ættleiðingarstuðul. Hetta uppskotið varð upprunaliga lagt fram, meðan uppskotsstillarin var partur av táverandi andstøðu

Men síðani eru politisku kortini blandað av nýggjum, og Annika Olsen er nú partur av einum landsstýri, sum um stutta tíð ætlar at koma í løgtingið við einum líknandi uppskoti. Tí valdi hon at taka sítt uppskot aftur, fyri at landsstýrisuppskotið kundi verða samtykt. Ein annar møguleiki hevði verið, at uppskotið bleiv viðgjørt í løgtinginum, og so kundu broytingar verið gjørdar í trivnaðarnevndini, sum samsvaraðu við ynskini hjá landsstýrinum. Báðir møguleikarnir kundu verið brúktir, men hon valdi tann fyrra.

Skipanin í løgtinginum er soleiðis, at tá ein uppskotsstillari biður um at fáa eitt uppskot afturtikið, kunnu onnur nokta fyri hesum, og tað var júst tað sum hendi týsdagin 30. september. Tá løgtingsformaðurin boðaði frá, at Annika Olsen hevði biðið um at fáa uppskotið um ættleiðingarstuðul afturtikið, reistust Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Kári á Rógvi og boðaðu frá, at tey noktaðu fyri, at uppskotið bleiv tikið aftur. Tí bleiv uppskotið viðgjørt á tingfundinum mikudagin 1. oktober.

Men nú skrivar Bergtóra H. Joensen í bløðunum, at tað er sera harmiligt, at tað í føroyskum politikki mangan er so, at heldur enn at fremja skilagóðar avgerðir og raðfestingar, er mest umráðandi, at politikarin sjálvur fær æruna av einum uppskoti.

Eg eri púra samdur við hesum. Men eg má kortini spyrja: Um Bergtóra meinar nakað við hetta, hví lat hon so ikki Anniku Olsen taka sítt uppskot aftur? Hví var tað so umráðandi fyri Tjóðveldi, at tað bleiv hetta uppskotið og ikki tað hjá landsstýrinum, sum bleiv viðgjørt? Er hetta ikki júst eitt dømi um, at spurningurin um hvør skal fáa æruna teldur meira enn sjálvt uppskotið?

Bergtóra H. Joensen endar greinina við hesum orðunum: ”Samgongan ynskir samstarv – tað eri eg „við uppá“..... men samstarv gongur sum kunnugt báðar vegir.”

Eg eri púra samdur – tað eigur at ganga báðar vegir!