Samskipar eldraøkið á Skálafjørðinum

Hoyr samrøðu við Aslaug Gisladóttir her

Sum klokkan telur niður til 1. januar 2015, tá kommunurnar skulu yvirtak eldraøkið, so hava tey ymisku økini í landinum valt at seta samskiparar í starv at taka sær av øllum tí fyrireikandi arbeiðinum í samband við yvirtøkuna.

 

Kommunurnar á Skálafjørðinum, Runavíkar kommuna, Sjóar kommuna og Nes kommuna hava sett Aslaug Gisladóttir, sum er ættað av Skála í starv, sum samskipari fyri Skálafjarðar-økið.

 

Aslaug Gisladóttir, sum hevur royndir innan samskiftið í Bank Nordik sigur, at talan er um eitt spennandi starv, og hon sær nógvar møguleikar fyri nærøkinum, nú eldraøkið skal yvirtakast 1. januar 2015. 

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra eina samrøðu við Aslaug Gisladóttir, sum var í sendingini hjá Rás2 seinnapartin, har send verða innsløg úr Runavíkar kommunu.