Samskip hevur keypt bingjuskipini Árnafelli og Helgafelli. Skipini bæði hava røkt rutuna hjá Samskip millum Ísland og evropeiska meginlandi síðani 2005, og nú felagið hevði møguleika at keypa skipini, tóku tey av.
Ásbjørn Gíslason, forstjóri í Samskip, sigur við Samskip.is, at prísurin fyri bingjuskip er lagaligur fyri tíðina og at tey tí tóku av.
Fyri okkum var hetta ein áhugaverdur møguleiki og ein skilagóð íløga, ikki minst tí, at hesi skipini eru bygd serliga at nøkta okkara tørvi, sigur forstjórin í Samskip sambært heimasíðuni hjá felagnum.