Í mong ár hýsti Runavíkar havn rutusigling millum Føroyar og onnur lond, og í so máta var Runavíkar havn ein av stóru havnunum í landinum. Men, so hvørt, sum hesin flutningur varð miðsavnaður í einum øki í landinum, minkaði eisini virksemi. Hesi seinastu nógvu árini hevur skipaferðsla millum lond bert verið ein viðfáningur hjá Runavíkar havn.
Í tíðindaskrivi í kvøld siga borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen og stjórin í Samskipum, Sjúrður Johansen, at onnur ferðsla og annað virksemi kortini hevur vigað nakað upp ímóti hesum, og tí hevur virksemið hóast hetta verið veksandi síðan 2010.
- Sagt verður, at Skálafjørðurin er tryggasta havnin í landinum, og áhugin fyri at brúka hann sum skipahavn hevur í seinastuni verið alsamt veksandi. Serliga eftir at atløgubryggja og nýtt havnalag var gjørt, sum vóru tikin í nýtslu hin 30. mai 2018 og eftir útfyllingina við gróti úr Eysturoyartunlinum fram við fjøruni heilt inn á Glyvrar.
Í skrivinum verður víst á, at Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 24 londum og fleiri enn 1.700 starvsfólkum. Skipini, sum sigla á føroyaleiðini, Arnarfell og Helgafell, sigla undir føroyskum flaggi. Í P/F Samskip eru umleið 75 ársverk, og hesi eru lutað millum fyrisiting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipsmanningar.
- Samskip og Runavíkar havn eru samd um, at Samskip frameftir hevur støð (terminal) við Skálafjørðin. Frá 1. august 2020 fara skip felagsins at sigla til og úr Runavík, og øll umsiting verður í tíðarskeiðnum frá 1. august 2020 til árskiftið 2020/21 flutt og staðsett í Runavík.
Lagt verður aftrat, at Samskip fara at leiga 12.000 fermetrar frá Runavíkar havn til virkisøki og bingjupláss, og felagið leigar goymslu- og skrivstovubygningin á matr. nr. 219e, Glyvra bygd, sum Runavíkar havn eigur.
- Runavíkar havn veitir Samskipum bryggjupláss, tá tørvur er á hesum, og ljósskipan og ravmagnsorka til køli- og frystibingjur skal skipast fyri 1. august 2020.
Í tíðindaskrivinum verður at enda sagt, at partarnir eru vorðnir samdir um allar smálutir í samstarvinum, og partarnir fegnast um, at tað bar á mál - hetta, at eitt av feløgunum, sum siglir í fastari rutu millum Føroyar og útlond, valdi at leggja alt sítt virksemi við Runavíkar havn.
##med2##
_______________________ _____________________
Tórbjørn Jacobsen, Sjúrður Johansen,
borgarstjóri, stjóri,
vegna Runavíkar havn. Samskip.