Tá FarIce kaðalin var endaliga tikin í nýtslu var tað samtíðis endin á drúgvum og rúgvusmiklum arbeiði fyri yvir 400 milliónir krónur.
Fyrireikingararbeiðið byrjaði longu í 1999, og síðan var farið undir sonvendar "desktop studies." Tað er at kanna, hvar ein kaðal verður lagdur tryggast og lættast. Hetta er rættuliga umfatandi arbeiði, tí kort av havbotninum skulu kannast. Eisini skuldi kannast, hvussu fiskaríið var í økinum, har kaðalin skuldi leggjast. Hugt varð eftir møguligum lendingarstøðu, og harumframt skuldi kannast, hvussu skjóta internetsambandið kom víðari úr Skotlandi niður á evropeiska meginlandið og út í stóra heim.
Áðrenn kaðalin varð lagdur vóru umfatandi botnkanningar gjørdar, millum annað fyri at vita, hvat slag av botni hann kom at liggja í, og um forðingar vóru á vegnum.
Spennandi
Ábyrgdin fyri arbeiðinum hevur ligið hjá Suna Joensen, ið seinastu trý árini at kalla burturav hevur arbeitt við FarIce verkætlanini.
Sum partur av einum trímannabólki, umboðandi føroysku og íslendsku eigararnar, umframt ein ráðgeva frá donsku telefyritøkuni TDC, hevur Suni Joensen samskipað nógva og umfatandi arbeiðið.
- Hetta hevur verið sera spennandi, og ein stór avbjóðing. Talan er um eitt nýtt øki við nýggjum teknikki, og eisini er fyrstu ferð, at vit hava nýtt eitt kaðalskip, sigur Suni Joensen.
Hann letur væl at samarbeiðinum við italska Pirelli, sum fekk ábyrgdina av at leggja sjálvan kaðalin. Føroya Tele hevur haft eygleiðarar til undir øllum arbeiðinum, millum annað umborð á kaðalskipinum, og tað hevur betrað samstarvið enn meira.
Eftir at italska kaðalskipið Pertinacia varð liðugt við at pløða kaðalin niður í havbotnin, varð skip sent út til at eftirkanna, at kaðalin ikki stakk burturúr nakrastaðnil.
Hetta arbeið var liðugt í heyst, og 29. november yvirtók FarIce felagið formliga kaðalin. Síðan hava royndarkoyringar verið gjørdar, áðrenn hann hósdagin varð tikin í nýtslu.
Suni Joensen fegnast um, at drúgva arbeiðið nú loksins er liðugt.
- Men størsta løtan var kortini, tá sáttmálin um at fara í gongd var undirskrivaður 26. november 2002, leggur hann afturat.