Samskifti millum ættarliðini

Næmingar úr Húsarhaldsskúla Føroya vóru í dag í eldrasambýlinum Heimið við Vágna og bakaðu jólabakstur saman við teim eldru.

 

Næmingar úr Húsarhaldsskúla Føroya vóru í dag í eldrasambýlinum Heimið við Vágna og bakaðu jólabakstur saman við teim eldru.

 

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, sigur tey vóru spurd av avvarðandi um tey á húsarhaldsskúlanum høvdu hug til at fáa ein slíkan hugnadag upp á beinini. Hon helt hetta verða eitt gylt høvi hjá teimum at flyta undirvísingina úr skúlanum og í býin.

 

Eisini heldur hon tað vera stuttligt hjá teimum at sleppa at ríka eitt sindur uppá dagin hjá teimum eldru. Summir av næmingunum eiga hvørki ommur ella abbar og hava enntá ongan kunnleika til eldrasambýli yvirhøvur, so ein ein slíkur dagur styrkir eisini samskifti millum tey ungu og tey gomlu