Felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum hevur tikið eitt løgið stig, sum bert kann fatast sum eitt álop á privatu útvarpstøðina Rás2. Hetta er í sjálvum sær líka so margháttligt sum tað er átaluvert. Hvat verri er: álopið er grundað á skeivar fortreytir og tørvandi vitan um galdandi kringvarpslóg og tær viðmerkingar, ið eru tengdar at lógini.
Havt hevur Samskifti so gjørt? Jú, Samskifti hevur vent sær til evsta kringvarpsmyndugleika og staðiliga mælt til, at Sjónvarpið hjá Kringvarpinum framvegis fær loyvi at senda sjónvarpslýsingar. Hetta er púra óneyðugt, tí tað hevur ongantíð verið løgtingsins vilji, at lýsingarnar hjá sjónvarpinum skulu niðurlagast. Hvat er hetta fyri nakað? Hví gruggar Samskifti hetta mál, sum frammanundan er bæði viðbrekið og vandamikið fyri privatar útvarpstøðir?
Hetta er so tað – hvat verri er, er, at Samskifti fer eftir lýsingunum í útvarpinum. Her hevur Løgtingið ta greiðu støðu, at útvarpslýsingar skulu niðurlagast eftir ávísum áramáli. Orsøkin til hesa skilagóðu støðu Løgtingsins er, at kringvarpsmonopolið er avtikið við lóg og avgerð tingsins er sostatt ein vælmeint roynd at javnseta lýsingafíggjaðar útvarpstøðir við lisensfíggjaða almenna útvarpið hjá Kringvarpinum. Privata útvarpstøðin Rás2 og møguliga aðrar komandi handilsliga útvarpstøðir hava einki at liva av uttan útvarpslýsingar.
Hetta átak hjá Samskifti verður so tvinnað saman við loyvi Kringvarpsins at senda sjónvarpslýsingar, sum eingin hevur droymt um at steðga. Hetta er grov manipulatión samstundis sum hetta er eitt grovt álop á eina privata vinnu, sum rekur lógligt vinnuvirksemi. Samskifti vil hava landsstýriskvinnuna í mentamálum at ganga ímóti Løgtingsins vilja í spurninginum um útvarpslýsingar, og Samskifti fer við hesum beinleiðis í hernað móti einari privatari vinnu, sum bert hevur troytt teir møguleikar, sum liberaliseringin av loftmiðlunum hevur borið við sær.
Talan er um eina roynd at sniðganga Føroya løgting sum klárt og greitt hevur gjørt av, at lýsingarnar í útvarpinum hjá KVF skulu avviklast, meðan lýsingarnar hjá sjónvarpinum skulu sleppa at halda fram. At Vinnuhúsið leggur navn til álopið ger tað ikki mætari.
Skuldi tað hent, at landsstýriskvinnan letur seg tøla av reingjandi og manipulerandi brævinum frá Samskifti, so eiga flokkarnir aftan fyri fjølmiðlasemjuna at gera eitt av teimum: at lógfesta niðurlagingina av útvarpslýsingum hjá KVF ella at lata privatu útvarpstøðirnar fáa part í teimum milliónaupphæddum, sum KVF á hvørjum ári sleppur at krevja inn frá hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum.
Sosialurin