Leirvík: Sam er nú farin at hjálpa Dúgvuni við flutninginum um Leirvíksfjørð. Alment byrjaði siglingin í gjár, men hann tjóvstartaði longu mánakvøldið.
Strandfaraskip Landsins hava nú tvey skip á Leirvíksfirði. Talan er um eitt politiskt ynski, sum nú er uppfylt, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins.
Tað hevur leingi verið sera trupult at ferðast um Leirvíksfjørð. Serliga fyrrapart, tá tunga ferðslan til og úr Klaksvík hevur verið upp á tað mesta.
? Tað var hendan fløskuhálsin, vit vildu sleppa av við, og tí vórðu játtðair pengar til eitt skip afturat at sigla um Leirvíksfjørð, sigur Poul Jákup Thomsen.
Ymsar ætlanir skuldu fáast at sampakka, áðrenn til bar at seta eitt skip afturat í siglingina, sigur hann, men nú er loysn so fingin á hesum við at seta Sam í sigling. Eisini er manning fingin. Tað eru menn, sum fluttir eru aðrastaðani frá úr reiðarínum, ið nú sigla við Sam.
Klokkan er knappliga hálvgum níggju. Tað er týsmorgun triði september, og Sam skal sigla fyrsta regluliga túrin av Leirvík um nakrar fáar minuttir.
Hann liggur við ferjuleguna, og ein einsamallur persónbilur stendur á ferjubakkanum og bíðar eftir at sleppa við.
Einir fýra mans, sum allir eru í eyðkennisbúnum hjá Strandfaraskipum Landsins, standa á skráanum. Teir bíða eftir, at siglast skal.
Teir greiða frá, at hóast hetta er fyrsti túrurin eftir almennu ferðaætlanini, hava teir longu verið í sving.
? Tað hevði staðið á í gjár, greiðir ein teirra frá, um vit ikki komu framvið. Dúgvan hevði eitthvørt smávegis brek, so vit tóku yvir og fluttu nakrar bilar um Fjørðin.
Sam var farin ein túr líkasum at royna umhvørvið, áðrenn hann skuldi byrja siglingina. Og tað endaði so við, at hann tók nakrar bilar við til Klaksvíkar.
Beint fyri fráfaringartíð kemur ein bilur koyrandi út eftir ferjubakkanum. Steðgar skamt frá skipinum og út kemur skundmikil maður við pappírsposum í hondini.
Hetta er fólkaflutningsleiðarin, sum kemur at bjóða manningin á Sam vælkomnum við rundstykkjum og onkrum at leggja uppá.
Hann letur væl at, Poul Jákup Thomsen. Ferjuskráarnir eru broyttir eitt lítið sindur, bæði her í Leirvík og í Klaksvík, so Sam eisini kann brúka teir. Tað hava smiðjumenn norðan úr Sundi gjørt í eini handavend, greiðir hann frá.
So ringir fartelefonin í lummanum hjá honum, og okkara samrøða verður kvett av.
? Eg havi slitið fleiri fartelefonir upp, sigur Poul Jákup, í tí hann tekur telefonina úr lummanum og svarar.
Eina løtu tosar hann og hevur so hug at venda aftur til okkara samrøðu. Men áðrenn hann er komin so langt, rópar skiparin úr stýrihúsrútinum, at nú er telefon til hansara har umborð.
So har gerst einki. Hann fer skundandi umborð at tosa í telefon. Manningin fær bíðandi bilin umvborð, og Sam loysir á sínum fyrsta túri, sambært ferðaætlanini, um Leirvíksfjørð.