Talsmaðurin hjá amerikansku herleiðsluni í Afghanistan sigur, at leiðslan tekur hóttanina í størsta álvara, og at útlendsku hermenninir tí hava fingið boð um at ansa sær og at skipa fyri neyðugum trygdartiltøkum.
Talsmaðurin sigur, at í landspartinum Paktia hava víðgongdir bólkar býtt út flogseðlar, har sagt verður frá, at tann, sum myrðir ein ella fleiri av teimum útlendsku hermonnunum, skal fáa pengar afturfyri. Einki stendur tó um, hvussu stór samsýningin er.
Í mars vóru harðir bardagar í Paktia, og sambært amerikansku herleiðsluni doyðu fleiri hundrað Taliban-viðhaldsmenn í bardøgunum í Shahi Kot-dalinum. Lokalir krígsharrar vilja tó vera við, at amerikanarar gera alt ov nógv av, og at teir flestu Taliban-viðhaldsmenninir sluppu til rýmingar niðan í fjøllini tætt við pakistanska markið.
Amerikanskir og aðrir hermenn halda fram við at leita eftir limum í Taliban og al-Qaeda. Bardagarnir eru við býirnar Gardez og Khost har eysturi í Afghanistan.