Tað fall ikki í góða jørð hjá høvuðsvenjaranum hjá AB, Bill McLeod Jacobsen, at Petur Reinert valdi at avlýsa dystin millum AB og B36 í effo-deildini, sum skuldi byrja klokkan 17.15. Dysturin er fluttur til klokkan 13 leygardagin.
Bill McLeod Jacobsen heldur, at mangan hevur verið spælt í Føroyum í verri líkindum, enn teimum, sum eru í kvøld.
Høvuðsvenjarin hjá B36, Sámal Erik Hentze heldur eisini, at tað er ógvuliga órógvandi, at dysturin er fluttur til klokkan 13 í morgin.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað sum, Bill McLeod Jacobsen og Sámal Erik Hentze søgdu við Trónd Arge beinleiðis á Rás2 fyri løtu síðani.
Tróndur Arge sigur frá AB-B36 á Rás2. Frásøgnin byrjar klokkan 12.55 í morgin.










