- Nú er tíð at melda seg í samrøðubólkarnar í Margarinfabrikkini, sum byrja í november.
Tað sigur Margarinfabrikkin í skrivi, sum tey hava sent in.fo í kvøld.
- At foreldur fara hvør til sítt er rættiliga vanligt. Okkara royndir eru tó, at tað er ymiskt, hvussu væl tað gongur hjá børnunum at fata og góðtaka nýggju støðuna hjá familjuni.
Margarinfabrikkin vísir á, at tað eru rættiliga nógv børn, sum eru tyngd av skilnaðinum hjá foreldrunum, og tað sæst, at summi børn brúka ov nógva orku til at stúra og leingjast.
- Í Margarinfabrikkini hava vit í eitt ár boðið børnum og ungum, har foreldur eru farin hvør til sítt, at ganga í samrøðubólki. Ein samrøðubólkur er eitt forum, har børnini tosa saman um tankar, kenslur og upplivingar, ið tey hava í felag.
Lagt verður aftrat, at evnini, sum hava verið uppi og vent, eru eitt nú netverk, samveruskipan, nýggj familja og strongd foreldur.
- Tað er sjálvandi av størsta tídningi, at bæði foreldrini eru samd um, at teirra barn kann koma í samrøðubólk og at barnið - við góðari samvitsku yvir fyri báðum foreldrunum - kann tosa um sína støðu.
Sagt verður, at stórur dentur verður lagdur á tagnaðarskyldu í bólkinum, og at foreldur at børnum, sum luttaka, ikki spyrja børnini um nøvn.
- Heldur kunna tit spyrja um ávísa evnið, sum er tikið upp tann dagin.
Lagt verður aftrat, at bæði børn og foreldur hava verið glað fyri samrøðubólkarnar.
- Vit starvsfólk hava hug at halda fram við hesum arbeiði. Tað vera námsfrøðingar í Margarinfabrikkini, sum koma at leiða bólkarnar. Tey, ið vilja vera við, kunnu venda sær til okkara.
Margarinfabrikkin sigur, at øll børn og ung úr 3. flokki og eldri kunnu verða við, og tað er ókeypis at luttaka.
Freistin at tekna seg til samrøðubólk í Margarinfabrikkini er 15. oktober.