ÍtróttarSosialurin er í Sosialinum, sum kemur á gøturnar í dag. Í ÍtróttarSosialinum hesa ferð er millum annað samrøða við Kaj Leo í Bartalsstovu, sum í dag hevur gjørt sáttmála við Dinamo Bukarest. Eisini greiðir umboðsmaðurin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu, frá tilgongdini til skiftið.
Til ber at keypa ÍtróttarSosialin við at trýsta HER
Í ÍtróttarSosialinum er eisini samrøða við Jóan Símun Edmundsson, sum fríggjakvøldið bleiv seldur frá Vejle til OB, sum spælir í Superliguni.
Eisini verður mett um hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti, umframt at vit hyggja nærri at kappróðrinum. Á síðu 3 er ummælið av nýggju bókini hjá Steven Gerrard.










