Brandur H. Olsen spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá FCK. Hann kom inn longu tíggju minuttir fyri hálvleik í 3-2 sigrinum á FC Roskilde í triðja umfari í donsku steypakappingini.
Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
18 ára gamli skálvíkingurin er fegin um at hava fingið møguleikan, men ilskast eisini um at FC Roskilde seinastu tjúgu minuttirnar fær tvey mál og leggur trýst á.
Les eisini: Brandur tryggjar B71 pengar
FCK var á odda 3-0 longu aftaná eitt korter. Tá so stjørnuáleyparin Andreas Cornelius var smáskaddur, so valdi Ståle Solbakken, norski venjarin hjá FCK, at geva Brandi sínar fyrstu minuttir.
Les eisini: Brandur fingið debut fyri FCK
Hann kom inn á vinstra kanti, sum ikki er hansara vanliga pláss, men alíkavæl var Brandur tvær ferðir nær við at skora. Fyrru ferð eftir innlegg og seinnu ferð eftir fríspark.
Les eisini: Rós og ráð til Brand
FCK er nú víðari til fjórða umfari í steypakappingini. Menn sum Sonni Ragnar Nattestad(AC Horsens), Viljormur Davidsen (Vejle), Christian L. Holst(Fremad Amager), Kristian Joensen(Lyngby) og Høgni Madsen(Jammerbugt) komu ikki víðari, meðan Gilli Sørensen(AaB) og Ári M. Jónsson(Silkeborg) komu saman við Brandi H. Olsen víðari.