Samrøða: Fróði Benjaminsen (HB)

(Kykmyndir) Fróði Benjaminsen fegnast um enn eitt steyp í Klaksvíkskappingini

Aldursforsetin og liðskiparin hjá liðnum hjá HB fegnast um samlaða sigurin í Klaksvíkskappingini. Hóast HB vann greitt á B36 í hálvfinaluni, og vann á KÍ í finaluni, so væntar hann eitt tætt og spennandi kappingarár, hóast tey flestu tykjast hava HB sum stórfavoritt at vinna FM komandi ár.

 

Les eisini: Samandráttur: KÍ-HB 0-1

 

Onkrar broytingar eru í hópinum og nýggjur venjari er komin, men sum heild er munurin ikki tann heilt stóri á liðnum í ár, í mun til liðið í fjør, heldur Fróði Benjaminsen, sum heldur at spælið í dystinum í dag var ov hart.

 

(Vega teknist brek er ljóðið ikki optimalt)