Samráðingarnar slitnaðar millum arbeiðarafeløg og FAG

Um tíggjutíðina í kvøld slitnaðu samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið, og Semingsstovnurin var boðsendur.

 

– Stóru stríðsspurningarnir vóru løn og ein áseting um órímiliga uppsøgn, sum arbeiðarafeløgini vildu hava í sáttmálan, skrivar Føroya Arbeiðarafelag.

 

Arbeiðarafeløgini hava kravt eina lønarhækkan, sum ger, at eisini arbeiðsfólk fáa lut í søguligu góðu tíðunum sum eru. Eisini hevur vigað tungt hjá feløgunum at fáa eina áseting um órímiliga uppsøgn í sáttmálan.

 

Sambært Føroya Arbeiðarafelag, so fer semingsstovunurin at hava fund við partarnar í kvøld, og síðani frættist nærri um, nær veruliga semingsroyndin byrjar.

 

Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mai, og síðani hevur sáttmálin verið longdur meðan samráðingarnar hava verið. Sáttmálin gongur út á miðnátt 11 mei, og nú verður upp til semingsstovnin at meta nær ein møgulig seming byrjar.