Samráðingarnar eru slitnaðar

Samráðingarnar millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya eru slitnaðar

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya samdust fyri løtu síðani um at heita á Semingsstovnin um at koma upp í samráðingarnar.

Samráðingarnar hava verið drúgvar, og partarnir hava aftaná 11 samráðingarfundir staðfest, at teir koma ikki víðari við samráðingunum.

– Samráðingarnar eru slitnaðar, sigur Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.